Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna hevur nú av nýggjum bjóðað út bygging av nýggjum skúlabygningi til Skúlan á Fløtum.

Síðan fyrra lisitatiónin í summar varð annulerað vegna ov høgan kostnað, hevur verið arbeitt við at fyrireika nýtt útboð.

Hesi feløg/samtøk eru boðin at bjóða:

P/F Articon og Sp/f Búsetur við undirarbeiðstakarum
P/F MT Højgaard Føroyar við undirarbeiðstakarum
P/F J&K Petersen, Sp/f Húsavarðatænastan og Sp/f TG Verk við undirarbeiðstakarum.


Lisitatiónin verður 20. oktober 2016 kl. 14.00.

Um verkætlanina
Skúlin á Fløtum fer at hava trý spor frá 0. - 7. flokk og fimm spor í 8. og 9. flokki. Tilsamans verða umleið 850 næmingar og 100 starvsfólk á skúlanum.

Skúlin verður umleið 11.600 m2 til víddar. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum árini 2018-20.

Í/F Samtakið Eind er ráðgevi og stendur fyri projektering og eftirliti. Í juni 2016 varð farið undir avgrevstur úti á Fløtum, sum er um at verða liðugur.

Til ber at lesa meira um verkætlanina her: 

http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1416

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo