Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Á almennari samkomu seinnapartin lat framsýning upp við uppskotunum til hugskotskappingina um at tekna Skúlan á Fløtum. Toymið við Árna Winther arkitektum, ZETA architects, SMJ og LBF vunnu kappingina. Tey vóru heiðra, og hini toymini, sum hava latið uppskot inn, fingu eisini nøkur orð við á vegnum.

Í røðu sínari segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at hann fegnaðist vegna allar borgarar í kommununi um áhugaverdu uppskotini.

- Í visjónini hjá Tórshavnar kommunu stendur, at “Vit vilja, at høvuðsstaðurin gevur nýggjum og altjóða vinnum, og vinnum, sum hava djúpar røtur her, góð vakstrarlíkindi”. Í hesi kapping síggja vit, at føroysk ráðgevaravinna alsamt tekur seg fram og er í stand til at taka við slíkum umfatandi avbjóðingum, og tí fegnist eg um, at Tórshavnar kommuna kann vera við til og stuðla undir, at føroysk ráðgevaravinna mennir seg og skapar arbeiðspláss og menning her á staðnum, segði Heðin Mortensen

- Sum borgarstjóri fegnist eg eisini um, at viðgerðin av uppskotunum í hugskotskappingini hevur gingið væl, og at tað var ein einmælt dómsnevnd, ið lat sítt tilmæli til mentamálanevndina. Mentamálanevndin staðfesti síðan tilmælið, fíggjarnevndin somuleiðis, og síðani varð málið samtykt av einum einmæltum býráðið nú 6. Januar 2016, legði borgarstjórin aftrat.

Ætlanin er, at skúlin skal geva bestu fyritreytirnar fyri, at næmingar og starvsfólk fáa góðar læru- og arbeiðsumstøður. Dentur er millum annað lagdur á ein serstakan náttúruvísindaligan depil, handverk og list, rørslu inni og út, spennandi og mennandi útiøki, sjónlig læring í list.

At fremja slíkar verkætlanir er krevjandi fyri allar partar, bæði býráðið og tess umsiting, ráðgevar, komandi arbeiðstakarar og so framvegis. Løgd er ein tíðar- og fíggjarætlan, sum tað er okkara avgjørda ætlan at halda, men tað setur krøv til øll at gera sítt allarbesta og hava gott samstarv og samskifti, segði Heðin Mortensen at enda.

Dómsnevndin

Dómsnevndin metti millum annað, at vinnandi uppskotið er besta svarið upp á kappingina. Ein skúli við einum tilvitaðum bygningskroppi, ið skapar sín egna samleika. Góða skipanin og innrættingin av virkseminum í skúlanum gevur undirvísingarrúmunum dagsljós og sostatt eisini útsýni á grannalagið.

Uppskotið smæðist ikki burtur, men á ein háfloygdan og einfaldan máta leggur reini bygningskroppurin seg í lendið og torir at vera sín egin og bjóðar samstundis grannalagnum vælkomnum. Dómsnevndin metir, at uppskotið við sínum sermerkta skapi ger vart við seg, ikki bara í nærumhvørvinum, men eisini sum býarmerki fyri høvuðsstaðin og Føroyar. Uppskotið er væl lýst og áhugavert sum dømi um fólkaskúlan sum eitt serstakt, markant og djarvt merki í umhvørvinum.

Framsýning
Almenna framsýningin er í Niels Finsens gøtu 17, 1 hædd (Bankabygningum). Øll kunnu støkka inn á gólvið og síggja tey fýra uppskotini. Framsýningin verður opin yrkadagar kl. 13-17 til 22. januar 2016.

Sí myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo