Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna er farin undir enn eitt stig í byggiverkætlanini Skúlin á Fløtum, sum verður størsti fólkaskúli í Føroyum, tá ið hann stendur liðugur um nøkur fá ár.

Arbeiðið at gera byggiskránna er væl ávegis og verður ætlandi liðug og endaliga góðkent í oktober, og nú verður farið undir at undangóðkenna ráðgevaratoymini, sum vilja bjóða seg fram til stóru verkætlanina.

Fyritøkur, sum hava áhuga í at verða undangóðkendar, skulu lata kommununi tilfar í seinasta lagi 16. oktober 2015. Ætlandi fáa 3-5 ráðgevaratoymi møguleika at verða við í hugskotskapping. Og so verður uppgávan at projektera skúlan latin ráðgevaratoyminum við samanlagt bestu ætlanini.

Stór verkætlan
Bygginevndin metir, at skúlabygningurin fer at kosta 350 milliónir krónur. Hetta er samlaða upphæddin fyri byggiútreiðslur og ráðgeving. Upphæddin fatar eisini um arbeiðið at skipa økið uttanfyri, útreiðslur til fast og leyst innbúgv o.a. Skúlabygningurin verður tikin í nýtslu í stigum árini 2018-2020.

Eitt sindur um skúlan
Stóra verkætlanin greipar saman Venjingarskúlan og Kommunuskúlan, og í juni 2015 fekk nýggi skúlin navnið Skúlin á Fløtum. Skúlin húsast í løtuni í 6 eindum í býnum.

Nýggi Skúlin á Fløtum fer at hýsa umleið 34 flokkum t.e. trý spor í 0.-7. flokki og fimm spor í 8. og 9. flokki. Umleið 850 næmingar fara at ganga í skúlanum. Forskúli og frítíðarskúli verður eisini samanrunnin partur av nýggja skúlanum.

Skúlin á Fløtum verður bygdur í økinum ímillum Marknagilsvegin og Landavegin, og sostatt verður nærmasti grannin Marknagilsdepilin. Talan verður tískil um eitt framúr virkið og spennandi skúlaumhvørvi.

 Til ber at lesa meira um verkætlanina HER. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo