Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Komandi skúlaár verður hádeildin í Skúlanum á Fløtum skipað í rásir. Fyrstu rásirnar verða Almenn rás og ítróttarrás. Um eitt ár er ætlanin eisini at fara undir eina handaliga rás.

Almenna rásin er 8. og 9. flokkur, sum vit vanliga kenna teir, tó verða næmingarnir førleikabýttir í føroyskum, støddfrøði og enskum. Umframt kravdu lærugreinarnar fara næmingarnir eisini at kunna velja týskt, alis/evnafrøði, smíð, køk, hondarbeiði, myndlist, tónleik, íverksetan og skrivigleði. Skúlin hevur ikki umstøður fyri at bjóða motorlæru og jarnsmíð út enn, men tá nýggi skúlin stendur liðugur í 2020 verða hesar lærugreinar eisini bodnar út.

Ítróttarrásin verður í tveimum. Onnur rásin er fótbóltur, ið hevur verið fastur partur av tilboðnum í skúlanum í nøkur ár. Hin rásin, ið er nýggj, er ein hondbóltsrás.

- Vit eru ómetaliga spent upp á hetta nýggja tilboðið. Tí vit síggja jaligu árinini, ið fótbólturin hevur havt á fleiri av okkara næmingum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri á skúlanum á Fløtum.

- Við at víðka um ítróttarrásina við enn eini stórari ítróttargrein, kunnu vit breiðka skarðan av næmingum, ið kunnu njóta gott av einum tilboði har skúli og ítróttur ganga hond í hond.

Nýggja hondbóltsrásin er eitt samstarv millum Skúlan á Fløtum, Neistan og Kyndil. Umframt Eddie Joensen, sum í fleiri umførum hevur verið venjari í bestu mansdeildini í hondbólt verða venjarar úr Neistanum og Kyndli partar av venjaratoyminum á hondbóltsrásini. Hetta er sami leistur sum skúlin nýtir á fótbóltsrásini, har útbúnir venjarar við tilknýti í feløgunum hava staðið á odda.

Venjaratoymið ið ár hevur verið Jan Dam, Sigfríður Clementsen og Lukasz Cieslewicz.

Næmingar, ið ynskja at gerast partur av hondbólts- ella fótbóltsrásini í Skúlanum á Fløtum komandi skúlaár kunnu søkja um upptøku á heimasíðuni hjá skúlanum saf.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo