Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á myndini frá vinstru: Jón Weihe, Tóki Joensen, Josenio Ranin Gorres og Thor Lorenzen

Á myndini frá vinstru: Jón Weihe, Tóki Joensen, Josenio Ranin Gorres og Thor Lorenzen

Á myndini frá vinstru: Jón Weihe, Tóki Joensen, Josenio Ranin Gorres og Thor Lorenzen

Skúlablaðið: Trupulleikaorðingin í verkætlanini hjá teimum fýra var, hvussu samfelagið kann stuðla skúlaskipanini, so at allir næmingar rúmast. Fyri at lýsa, hvussu føroyski skúlin kundi verið, hava teir kagað eftir finsku skúlaskipanini, sum teir halda, at vit kundu lært nógv av.

- Finski skúlin er nógv øðrvísi enn okkara; tey leggja stóran dent á, at næmingarnir hava virðing fyri lærarunum, at tað verður arbeitt nógv í tímunum, at teir ikki hava skúlating, og at skúladagurin er stuttur.

Men tað, sum tey duga serliga væl, er at fáa øll við, eisini tey, sum hava aðrar fortreytir, til dømis útlendingar.

- Vit klára als ikki í okkara skúla at geva næmingum, sum ikki eru føroyingar, nóg góða skúlagongd.

Og teir fýra vita, hvat teir tosa um; Josenio er filipini og hevur gingið í Sørvágs skúla í gott tvey ár.

Útlendskir næmingar eiga at fáa hjálparlærara, so teir læra føroyskt so skjótt til ber, halda teir.

- Vit kunnu ikki bjóða næmingum at sita í skúlastovuni og einki fáa við. Teir eiga at fáa hjálparlærara, so teir kunnu fylgja við í øllum lærugreinunum. Allar bøkurnar eru á føroyskum og donskum, og útlendingarnir skilja ikki eitt orð. Høvdu útlendingarnir ein hjálparlærara, fingu teir við, hvat lærarin segði, hvat undirvísingin snýr seg um, og hvat stendur í bókunum.

- Í okkara eygum eigur fólkaskúlin at geva rúmd fyri øllum næmingum, eisini teimum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, og teimum, sum hava brúk fyri stuðli í onkrum einstøkum faki. Tað ber eisini til at gera smærri flokkar, har næmingar ganga, ið órógva undirvísingina.

- Og verður tað gjørt, so hevur tað týdning, at tey, sum ganga í hesum flokkum, ikki verða happað og kallað; tí skal ein hugburðsbroyting til frá øllum, bæði næmingum, foreldrum og lærarum.

Lesið alla samrøðu við dreingirnar í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo