Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyamál er eitt nýstovnað felag, ið hevur til endamáls at vera eitt virkið felag, sum kann skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum og fáa kjak í lag um lærugreinina føroyskt.

Ætlanin er at byggja brýr og at samstarva í víðastu merking millum føroysktlærarar; at elva til samstarv millum tey ymisku økini í skúlaskipanini. Tí ynskja vit at skapa eitt rúm, har at limir felagsins sleppa til orðanna, og har vit saman kunnu deila vitan og kjakast um ymisk viðkomandi evni.

Endamálið er at byggja brýr og at samstarva í víðastu merking ímillum lærarar í føroyskum, og at eggja til samstarv ímillum tey ymisku økini í skúlaskipanini.

Umframt kjak og samstarv, so fer arbeiðið eisini at fevna um samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum gjøgnum “Nordspråk”. Tað hevur stóran týdning at hava vitan um mál, mentan og tekstir hjá hvørjum øðrum, og um samskifti – at luta hesa vitan sínámillum. Nordspråk hevur bæði summarskeið og heystskeið, sum lærarar í Føroyum stundum luttaka í. Og í 2021 verður summarskeiðið í Føroyum.

Felagið hevur stovnað eina fb-síðu, nevnd Føroyamál og somuleiðis ein instagramvanga við sama heiti til skjótari samskifti. Í næstum fær felagið eisini eina heimasíðu. Teldupostadressan hjá felagnum er foroyamal(at)skulin.fo.

Í nevndini í nýstovnaða felagnum eru Óluva Klettskarð, sum er forkvinna, Jastrid á Dalbø er næstforkvinna, Christina Jensen er skrivari, og nevndarlimur er Helena Kannuberg. Tiltakslimur er Katrin Næs.

Við vón um góða undirtøku

Vegna felagið,
Óluva Klettskarð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo