Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

VP ynskir teim trimum, sum í dag fingu virðislønir M.A. Jacobsens, so hjartaliga til lukku - Carl Jóhan Jensen, Jóan Pauli Joensen og Jákup Veyhe.

Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs varð ikki handað, tí har var eingin virðislønarverd útgáva í ár, varð sagt.

Sagt varð eisini, at hetta er triðja ferðin at eini høvundurin fekk virðislønina.

Alt gott um tað, men nú sagt varð, at eingin góð barnabók kom út, sum ikki heilt passar, man eisini bera til at dómsnevdin velur at hyggja upp úr bókunum og skoðar út um bøgarðarnar í Havn.

Miðlalandslagið er jú munandi broytt hesi seinastu árini.

Í dag er ein rúgva av bloggum, sum privatfólk í landinum skriva av brennandi áhuga, og helst náa út til nógv fleiri fólk, enn mong av teimum, sum gjøgnum árini hava fingið virðisløn M.A. Jacobsens.

Ikki tí, vit á VP eru, eins og intelligensian í Havn, fullgreið yvir, at lesaratøl einsamøll eru ikki einasta ábending um virðislønarverda lesigóðsku á føroyskum, so langt frá, at vit halda tað. Á nei, á nei.

Umframt BirkBlogg hjá Kruse, sum er hin nógv mest lisni bloggurin, hava vit eisini Listabloggin hjá Kinnu, Egið Rúm hjá Marnu Jacobsen, Hvannrók hjá Vagni Michelsen, og so eina langa røð av bloggarum, sum til dømis Erhard Jacobsen, Øssur Winthereig, Herman Oskarsson, Knút Háberg Eysturstein og Bergljót av Skarði, sum øll dekka ein risastóran lesaraskara.

Nær fer dómsnevndin at virða hetta rithøvundavirksemi, sum nær so nógvar lesarar við gerandismálum á gerandisføroyskum, mest sum hvønn dag í árinum?

Er tað ikki eisini virðislønarvert?

Gamaní, so kunna bloggarar geva sítt tilfar út í bók, tí tað er tað sanniliga búgvið til, men er tað so einasta treyt fyri at verða heiðraður, at tað skal út í bók?

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo