Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var tann tíð, at peningastovnar pyntaðu seg við slogan sum: Fólksins Peningastovnur.

Eg skilti tað soleiðis, at ert tú kundi við lønarkonto, meiri og minni inniogn í okkara banka, so ert tú við til at tryggja bankans møguleika at virka fyri samfelagið!

Tú fekst rentu av innistandandi í mun til hvussu inntjening bankans var í mun til umsetningin av tínum innistandandi.

Hesar treytir høvdu vit øll vant okkum við, sjálvt um vit ikki vóru før fyri at eftirkanna útlánspolitikk bankans.

Hóast kundar bankans eisini í dag eiga pening á kono í bankunum, so eru tað ikki hesar pengar, ið bankin skal síggja til góða, men heldur sokallaðum íleggjarum, ið hava sett seg á partapeningin, og sostatt krevja hóskandi vinning av íløgu teirra!

So nú er tað ikki tú, ið fær rentu fyri at tryggja virksemi bankans, men má gjalda av uppsparingini og lønarkonto,  fyri at tað skal loysa seg hjá íleggjarum!

Væl er peningaverðin rættuliga torskild fyri fjøldina, men vit skilja øll, tá vit skulu gjalda!

Eyðun Mohr Viderø
‎09.‎07.‎2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo