Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hann er ikki mjúkur í kvøld á Facebook, Tórbjørn Jacobsen, eftir sending í Kringvarpinum.

- Beinir Johannessen eigur at gevast sum politikari skjótast gjørligt, tí tað hevur hann líka so lítið skil fyri sum Mercedis og Bigge, skrivar Tórbjørn Jacobsen millum annað.

Og um floksfelaga skrivar hann:

- Vit vitstu at hon ikki var nær í námind av Tjóðveldisflokkinum, táið hon stillaði upp, hon var djúpt engasjerað í Sjálvstýrisflokkinum tríggjar dagar áðrenn hon yvirhøvur stillaði upp fyri loysingarflokkin.

Og um Tjóðveldi er dómurin grótharður:

- Samanumtøkan eftir hesa sendingina er, at flokkurin hjá Erlendi Patursson í dag bara hevur eittans endamál, at føroyskir skattaborgarar, verkamenn og fiskimenn kring landið, skulu kompensera metrosexuellum kapitalistum fyri ótilgjørdar døgverðar, sum útlendingar ikki hava etið úr teirra hondum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo