Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Spurningurin kann verða provokerandi svarið til Paula T. Petersen, sum spyr um bankarnir skulu stýra fólkinum.

Somuleiðis kundi spurningurin verið settur Tordi Niclasen, sum hevur grein um sama evni.

Í høvuðsheitum tosa vit um marknaðarkreftir, útboð og eftirspurning og at húsaumsetiligheit og lánsveiting hanga saman.

Bankarnir lána til kundar, sum í fyrsta lagi megna at gjalda aftur og í seinna lagi, um afturgjaldingarevni svíkja, kunnu selja húsini, soleiðis at skuldin verður goldin aftur ella yvirtikin av nýggjum eigara.

Hesar treytir er best til staðar í lokkandi bústaðarøkjum, eitt nú í Tórshavnar Kommunu og tí verða smáplássini fyri vanbýti og bankarnir har við varnari við at lána út.

Her er talan um eina einfalda  forrætningsstrategi, sum tó eisini er ávirkað av krøvum frá fíggjareftirliti til bankavirksemi.

Tá ið Pauli tosar um almenna hjálp á hesum øki, ella almennan lánsveitara og tryggingarfeløg, er tað ein formur fyri kommunala útjavning.

Hetta skal síggjast í ljósinum av at ‘nýggja tilboðið’ skal lána út fyri lagaligari treytir og taka á seg størri váða.

Hetta vil í ringasta føri siga, at um húsaeigarin ikki megnar at gjalda, um húsið ikki verður selt til restskuldarvirðið, so verður goldið av tí almenna ella av tryggingini - mær og tær.

Vit kunnu so spyrja um hetta er fólksins vilji.

Hinvegin haldi eg, at kommunur í størri mun eiga at vísa ábyrgd og samstarva betri rakstrarliga sínamillum.

Tá kunnu dupultfunktiónir verða niðurlagdar og pengar sostatt til avlops til kommunugagnlig endamál, framdrift og vøkstri at frama.

Fyri at koma aftur til kommunal samstørv, so hevur í sambandi við umrøðu av samanlegging, eitt tal á sjey kommunur verið í uppskoti, sum hóskandi.

Høvdu kommunurnar víst samábyrgd og virka fyri størri eindum, eri eg vís í, at myndin hevði verið betri og at vit høvdu fingið dynamiskari eindir, eisini meira lokkandi sum bústaðarøki, borgarum til gagns.

At fara undir at spjaða studningsskipanir úr størru í minnu kommunurnar, er ein bjarnatænasta, sum brýtur meira niður enn eggjar til kommunalt sjálvbjargni og framdrift.

Bergun Kass,
Framsókn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo