Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Antin Rishi Sunak ella Liz Truss, sum fingu flest atkvøður frá teimum konservativu limunum í lóggávutinginum, skulu avloysa Boris Johnson.

Tað gjørdist greitt í dag eftir at Penny Mordaunt reyk út sum valevni.

Rishi Sunak fekk 137 atkvøður frá floksfeløgunum í Parlamentinum, meðan Liz Truss fekk 113 atkvøður. Mordaunt fekk 105 atkvøður, og er tí ikki við í stríðnum nú.

Sostatt kláraði flokkurin at hava finalistarnar klárar áðrenn Parlamentið fer í summarfrí hósdagin.

Og hvør av teimum sum verður formaður í konservativa flokkinum og harvið forsætisráðharri, fæst at vita tann 5. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo