Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt er at sitandi samgonga er púra líka glað um útlendingar ótarnaðir kunna keypa seg inn í føroyska fiskivinnu. Men at samgongan, tað vil siga umboðið fyri almennu Føroyar har afturat nú alment lýsur øllum múgvandi útlendingum, at hesir ótarnaðir kunna keypa jørð og ognir, uttan nakra sum helst avmarking. Tað má sigast at vera ábyrgdarloysi út um alt mark.

Føroya land er sambært íbúgvaratal eins og stødd av lendið, eitt sinnopskorn í mun til onnur stór lond. So at gera eina samanlíkning, at føroyingar kunna eisini keypa jørð og ognir í øðrum londum, hon er fullkomuliga burturvið, og óseriøs.

Samfelagið er nærum farið á húsagang fleiri ferðir. Vit eru ein fiskivinnutjóð, og einum nytist ikki at vera pessimist fyri at staðfesta, at niðurgangstíðir koma fyrr ella seinri, serliga um eitt hóttafall knappliga rakar okkara høvusvinnur. Skulu tað tá verða kinverjar, amerikumenn, ella kanska onkur múgvandi úr Kuwait ella Saudiarabia ið skuli taka um endan. Prógvini eru fleiri, at okkara vinir fyri vestan íslendarir eiga stórar fyritøkur her, bæði á sjógvi og landi. Hvussu nógvar fyritøkur ella ognir eiga føroyingar í Íslandi?

Tað eru ikki so nógv ár fráliðin síðan at ognarleysi føroyingurin var noyddur at standa við húgvuni í hondini, bara fyri at sleppa á flot. Tá vóru tað nakrir fáir jarðaeigarir og prestar ið áttu mest sum allar ognir í landinum.

Er tað veruliga soleiðis statt í Føroyum í dag, at okkara hægsti myndugleiki ikki letur við seg koma, um múgvandi persónar ið als einki tiiknýti hava til okkara land, uttan nakað kunna keypa jørð og ognir, so sigi eg sum Hans Martin, sáli, plagdi at siga: Vor Herre bevares!

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo