Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í Grønlandi er heitt kjak um at broyta lógina soleiðis, at danskt verður vrakað sum fyrsta fremmandamál, og at enskt í staðin fær heiðurin.

Hetta hevði komið til sjóndar í skúlaverkinum við, at undirvísingin í enskum hevði byrjað fyrr, og at byrjað hevði verið seinni við donskum.

Møguliga merkir tað eisini, at fleiri tímar høvdu verið settir av til enskt og færri til danskt. 

Eyðun á Borg, lærari í Skúlanum á Argjahamri, spyr, um vit ikki áttu at gjørt tað sama. Hann grundgevur við, at vit føroyingar, eru so umgirdir av donskum, at vit altíð fara at duga nóg væl danskt, og at tað tí ikki hevði skatt, um vit høvdu lært okkum enskt eitt sindur betur.

Hann heldur, at tað kundi borið til at lækkað tímatalið í donskum og hækkað tað enska, uttan at vit mistu okkara førleika í donskum. 

Hetta hevði havt við sær, at vit høvdu dugað danskt nóg væl til at vera partur av norðurlendska samstarvinum, samstundis sum vit høvdu dugað betur enskt.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo