Sambært keldum sum bæði Sky Sports og BBC hava tosað við, so fer Manchester United ikki at geva Zlatan Ibrahimovic (35) tilboð um ein nýggjan sáttmála.
Sky Sports skrivar at Zlatan ynskti at halda fram á Old Trafford, men at United hevði ikki hug til tað.
Tað hevði kostað 19 milliónir pund um Ibrahimovic hevði hildið fram eina sesong afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo