Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Myndugleikar og sjálvboðin hjálparfólk í Tasmania, sum er statur í Australia, fáast nú við at sleipa nærum 400 deyðar grindahvalir til havs, eftir at nærum 500 hvalir, sum gingu í tveimum bólkum, gjørdu landgongd herfyri.

Nógv varð gjørt fyri at bjarga hvalunum, og tað eydnaðist at fáa einar 100 aftur til sjós. Men sum vanligt er í slíkum førum doyðu teir flestu.

Summarið er á veg í Australia, tað merkir vanliga nógvan hita, og tí er neyðugt at bera skjótt at.

Eitt annað, sum stúrt verður fyri, er, at deyðu hvalirnir fara at draga til sín hávar, sum so aftur kunnu verða ein plága hjá teimum sum svimja við strendurnar. Tí verður nú hildið serliga væl eyga við hávum, og um teir nærkast støðum, har sum fólk vanliga eru.

Nærum á hvørjum ári doyggja fólk í Australia, tí tey verða álopin av hávi, tá tey svimja í sjónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo