Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Trygdin á føroyska digitala infrastrukturinum eigur at verða tað, sum fyrst av øllum verður hugsað um, tá útbjóðari skal veljast.

Ein og hvør sum hevur eitt sindur av skili uppá KT veit, at tað er lætt at avlurta bæði telefonir og internet, um mann hevur atgongd til ta undirliggjandi tøknina, og tað er at spæla hasard við okkara sambandi við NATO og USA, sum síðan 1949 hava vart okkum hernaðarliga.

Tað eigur at undra, at ein maður sum Johan Dahl, sum onga útbúgving ella vitan hevur innan telefoni ella KT, verður settur sum ráðgevi hjá einari fyritøku, sum júst selur telefoni og KT.

Sum eg dugi at síggja, er virði hjá Johan Dahl júst, at hann er 17. maður í einari samgongu, sum fyrr ella seinni skal taka støðu til um Føroyar flyta seg burtur frá NATO og USA móti Kina – ella ikki.

Hvussu stórt tað virði er fyri Kina og Huawei, vita bert Johan Dahl og hansara kinesisku arbeiðsgevar.

- Gunnar Isholm Simonsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo