Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eins og í vanliga føroyska heiminum, eru hættirnir at skipa inntøkugrundarlagið hjá samfelagnum ymiskir.

Tey flestu vita, at skal tú hava eitt vist livistøði, so krevst so og so nógv av inntøku at rinda við. Men ikki Jákup Mikkelsen og Co. Teir royna at billa tær inn at tú kann fáa alt, uttan at gjalda fyri. Slíkt sum bara ber til í ævintýrum.

Sjálvt barnagarðsbørn vita at slík roknistykki ikki ganga upp. Tey vita at tú ikki fær meira enn eitt vist fyri pengarnar.

Men tá Mikkelsen og Co. síggja at innbillaða myndin av kúnni, sum framhaldandi skal mjólka, uttan at hon verður fóðra, sjálvandi ikki heldur í veruleikanum, ja so tekna teir bara eina keipumynd av teimum, sum vísa á skeiklaða veruleikan hjá Mikkelsen og Co.

Minnir ikki sørt um nýggju klæði keisarans, ævintýrið hjá H.C. Andersen.

Í ævintýrheiminum hjá Mikkelsen og Co. eru ongi mørk. Ongi krøv um realismu, ongi krøv um at fáa fíggjarligu endarnar hjá samfelagnum at røkka.

Tí stjórna teir við halli á hvørjum ári, og samla uppá skuld til børnini, komandi ættarlið av føroyingum at gjalda.

Onkuntíð hava teir verið í Lego-landi, og bidda meira pening frá dønum, til at rinda fyri oyðslið.

Slíkur atburður elur upp ein vandamiklan hugburð í fólkinum. Ein hugburð sum ikki eggjar til ábyrgd av egnum lívi.

Kúgvin hjá Mikkelsen og Co. er slept, dyllan er tóm, og tað er eyðsæð at tað skulu aðrar neytakonur til, fyri at fáa kúnna at mjólka aftur.

Eftir stendur Mikkelsen, spillaður sum keisarin.

Men hann veit ikki av tí.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo