Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

299 fólk vórðu koppsett í gjár, tá ið koppsett var á øllum trimum sjúkrahúsunum.

267 fólk fingu fyrra prik og 32 seinna prik.

Nú eru tilsamans 9.956 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 5.853 hava fingu fyrru koppsetingina - 4.106 hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Covid-19 Koppsetingarbólkurin sigur í dagførdari støðulýsing, at nú eru nærum allir teir elstu og veikastu borgararnir í Føroyum væl vardir ímóti koronasmittuni.

Í vikuni varð byrjað at koppseta eftir aldri, t.v.s. fólk í bólki 6. Hetta eru fólk, sum hava fylt 85 ár. Eftir hetta fara aðrir bólkar at fáa tilboð um koppseting fyri korona. Nú farið er undir at koppseta eftir aldri, er ein nýggj bókingarskipan tikin í nýtslu, soleiðis at fólk í aldursbólkunum, sum hava fingið koppseting í boði, kunnu bóka sær tíð til koppseting. Bíleggingin fer fram á www.korona.fo.

- Samanumtikið hevur tað gingið sera væl við koppsetingini. Koppsetingin hevur gingið skjótt, undirtøkan hevur verið góð og gagnnýtslan av koppingarevni hevur verið høg. 

Dagførda støðulýsingin kann lesast HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo