40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Earth Hour verður leygardagin 19. mars um allan heim. Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn eru við og bjóða øllum oman á Vaglið kl. 20 at taka lut í átakinum, sum fer at varpa ljós á veðurlagsbroytingar. Kommunan sløkkir ljósið í miðbýnum í ein tíma millum kl.20.30-21.30. Kommunan heitir á øllum um at gera tað sama heima við hús.

Leygarkvøldið fara milliónir av menniskjum at sløkkja ljósið fyri á tann hátt at vísa, at tey taka veðurlagsbroytingarnar í álvara, sum hótta heimin.

Earth Hour skal fáa okkum til at hugsa um Jørðina. Og hetta er eisini kjarnin í komandi umhvørvispolitikkinum, sum skjótt verður lagdur fyri Tórshavnar býráð til samtyktar. Við umhvørvispolitikkinum stevnur Tórshavnar kommuna ímóti eini grønari framtíð. Eini framtíð, har Jørðin fær tað virðing, sum hon hevur rætt til, og sum eisini er avgerandi fyri okkum menniskju. Samstundis hevur Tórshavnar kommuna - saman við hinum norðurlendsku høvuðsstøðunum – skrivað undir eina yvirlýsing í sambandi við COP21. Høvuðsstaðirnir hava bundið seg til at minka útlátið av vakstrarhúsgassum. Hetta er eitt stig á leiðini, og nú er neyðugt at fremja málið í verki.

Í myrkrinum verða livandi ljós tendrað í Tinghúsgarðinum. Ljósini fara at avmynda ”60+” og minna okkum øll á um støðugt at hugsa um umhvørvið.

Skráin:
20.00 Hugni á Býarbókasavninum - Í sambandi við nýggju barnabókina ”Hvannpoppkorn og Summardáafruktsalat”, siga Joan og Disa frá bókini, og somuleiðis verður smakkiroynd
20.30 Elin Lindenskov, býráðslimur bjóðar vælkomin og ljósið í miðbýnum sløknar

· Hugleiðing frá Boga Hansen, havfrøðingi
· Tónleikur við Marius Ziska
· Hugleiðing frá Guðrið Poulsen, listakvinnu

21.30 Ljósið í miðbýnum tendrar aftur

Átakið var á fyrsta sinni í Sidney í Avstralia í 2007, tá ið 2,2 mió. fólk sløktu ljósið fyri at vísa umhvørvinum ans. Síðani eru lond kring allan heim løgd aftrat skránni á hvørjum ári. Í fjør vóru 172 lond við, túsundtals býir og - ikki minst - miljónir av menniskjum. Tórshavnar kommuna hevur tikið lut í Earth Hour síðani 2009. Undirtøkan fyri átakinum hevur verið sera góð hesi árini.

Bjóðað verður heitt kakao, og øll eru hjartaliga vælkomin oman í Tinghúsgarðin at lýða á.

Til ber at lesa meira um tiltakið í miðbýnum á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo