Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Vatnkanningar tiknar í gjár vísa smáar nøgdir av bakterium á Eystaru Bryggju. Talan er um eina koliforma og eina e-coli bakteriu pr. 100 ml av vatni.

Tólv aðrar kanningar vórðu tiknar í Havn, Hoyvík, á Hjalla og á Argjum, og vóru hesar í lagi.

Tað er serliga e-coli bakterian, sum kann vera vandamikil, og tá serliga fyri smábørn, eldri og veik fólk.

Í hesum sambandi er tilmæli um at kóka vatnið í tí øki, sum er víst á hjálagda korti.

Eru fólk í iva og ótrygg, verður eisini mælt til ikki at drekka ókókað vatn, hetta til onnur boð verða givin.

Fleiri kanningar verða gjørdar í dag, og úrslitið er tøkt í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo