Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin, 6. mai verður tiltakið Ein Dagur á Grynnuni hildið í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið, sum er eitt ókeypis umhvørvisvinarligt familjutiltak, varpar ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum.

Borð og grillir verða settar upp undir tjøldum í Tórsgøtu, har ókeypis smakkiroyndir av ymiskum góðgæti úr sjónum verða borðreiddir, sum til dømis laksur, makrelur, hummari, kræklingur, igulker og mangt annað. Umborð á Norðlýsinum og í Perluni fer Birgir Enni at borðreiða við síni heimskendu fiskasuppu, Føroya Sjósavn fer at sýna fram ymisk djórasløg úr sjónum og B36 skipar fyri fiskikapping.

Margarinfabrikkin fer at bjóða fisk og kips til børnini og skipar eisini fyri undirhaldi, og Trøllapætur fer at undirhalda í Vágsbotni.

Alt tilfarið, sum verður brúkt á tiltakinum, sum til dømis bestikk, tallerkar og gløs, verður framleitt úr umhvørvisvinarligum tilfari, og eingin einnýtisborðbúnaður úr plasti verður brúktur til tiltakið, soleiðis at Ein Dagur á Grynnuni verður so umhvørvisvinarligt sum gjørligt. Hetta er gjørt í samstarvi við Umhvøvisvikuna, sum Tórshavnar Kommuna skipaði fyri í seinastu viku, og er í tráð við umhvørvispolitikkin ‘Grøna leiðin’, at Tórshavnar kommuna ynskir at plastnýtslan verður skerd.
 
Ein Dagur á Grynnuni byrjar leygardagin, 6. mai klokkan 10 og heldur fram til klokkan 17. Skrá og nærri kunning eru at finna á Facebook síðuni hjá tiltakinum.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo