Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Vanligt er, at sølan 1. ársfjórðing er slakari enn 4. ársfjórðing, tá jólasølan ger seg galdandi. Nýggjastu tølini vísa, at sølan 1. ársfjórðing í ár er væl størri í mun til 1. ársfjórðing í fjør.

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri 1. ársfjórðing í ár. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Fyri 'matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur' var umsetningurin 6% hægri 1. ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Prísir á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' eru hækkaðir 0,4% frá 1. ársjórðingi í fjør til 1. ársfjórðing í ár.

Økta sølan samanborin við undanfarna ár heldur eisini fram fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð. Í 1. ársfjórðingi í ár var umsetningurin 21% hægri í mun til sama tíðarskeið í fjør. Prísir á 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' eru hækkaðir 1% frá 1. ársfjórðingi í fjør til 1. ársfjórðing í ár.

Størsti vøkstur var tó fyri 'klædnavørur og fótbúnað', har var umsetningurin heili 59% hægri 1. ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Sama tíðarskeið hækkaðu prísirnir 3%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo