Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almannamálaráðið: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur borið Løgtinginum tvey lógaruppskot, sum fara at tryggja inntøku til tey, sum eru smittað við COVID-19 ella sett í sóttarhald. Eisini fólkapensjonistar, sum eru fyri inntøkumissi orsakað av støðuni við COVID-19, kunnu fáa lønarískoyti.

Við uppskotunum verða skipanirnar, sum vóru galdandi í sambandi við fyrru smittubylgjuna, aftur settar í gildi. Tað merkir, at persónar á arbeiðsmarknaðinum, sum eru smittaðir við COVID-19 ella settir í sóttarhald, verða fevndir av dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Í praksis verður tað skipað soleiðis, at hann, sum undir vanligum umstøðum ikki hevur rætt til løn undir sjúku, fær dagpening frá Almannaverkinum.

Arbeiðsgevarar, sum hava útreiðslur til starvsfólk, sum eru smittað ella sett í sóttarhald vegna COVID-19, fáa lønarútreiðsluna endurrindaða frá Almannaverkinum. Eisini arbeiðandi fólkapensjonistar verða fevndir av hesum skipanum.

Skipanin við lønarískoyti til fólkapensjonistar verður aftur sett í gildi. Talan er um fólkapensjonistar, sum eru heimsendir ella hava inntøkumiss, tí virksemið er minkað orsakað av COVID-19.

Tey, sum longu hava verið fyri inntøkumissi, fara eisini at fáa rætt til fíggjarligan stuðul fyri mistu inntøkuna, tí lógin fer at virka afturvirkandi frá 1. juli 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo