Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sjúkrahúsini í Sørlandet, sum er syðsti landsluturin í Noregi ætla tey nú at útseta alla óneyðuga viðgerð á sjúkrahúsunum, tí so nógvir koronasjúklingar eru innlagdir, og starvsfólkini hava hendurnar fullar. Serliga ring er støðan í býunum Flekkefjord, Kristiansand og Arendal.

Eisini í Noregi stríðast tey í hesum døgum við higartil størsta smittutalið, síðani sjúkan fór at gera um seg í mars í fjør. Fjórða dagin á rað setir smittutalið met. Seinasta samdøgur vunnu tey 5.413 tilburðir. Miðalsmittutalið seinastu 7 dagarnar er 4.403. Miðaltalið á smittaðum vikuna frammanundan seinastu var 3.235.

Tað er í løtuni bæði Delta- og Omikron frábrigdini sum gera um seg í Noregi.

Nýggjastu avmarkingarnar, sum komu í gildi gjáramorgunin, merkja millum annað, at tað er loyvt í mesta lagi at hava 10 gestir í privatheimum, reglurnar eru í gildi í 4 vikur, og ganga sostatt tvørturum høgtíðina sum stendur fyri framman. Men myndugleikarnir hava lovað, at tær skulu endurskoðast um tvær vikur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo