Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stórabretland er nú við at koma á listan hjá danska uttanríkisráðnum yvir lond, har frárátt verður at fara. Føroysku myndugleikarnir fylgja somu tilmælum.

Seinastu tvær vikurnar hevur talið á smittaðum verið 35,4 nýsmittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Markið hjá danska uttanríkisráðnum er 30 nýsmittað um vikuna fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Seinastu dagarnar er boðað frá 6.000 tilburðum um dagin í Stórabretlandi.

Eisini Ísland er við at nærkast reyða listanum. Har er talið nú 28,7 tilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Eisini onnur viðurskifti verða tald við, tá listin við londum har mælt verður frá at fara verður dagførdur, eitt nú um krav er um sóttarhald. Í skrivandi løtu verður mælt frá at ferðast til Tjekkia, Kroatia, Frankaríki, Belgia, Spania, Luksemburg, Malta, Rumenia, Monako, Andorra, Portugal, Niðurlond, Sveis, Eysturríki og Ungarn.

Annars verður sum heild mælt til at ferðast minst møguligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo