Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Átta nýggir tilburðir eru staðfestir millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar fríggjadagin. Tað upplýsir Landslæknin í morgun. Úrslitini byggja á í alt 4541 royndir. 612 kanningar frá fríggjadegnum eru ikki greinaðar enn.

Seinastu dagarnar er smittubreiðslan minkað nakað. Mikudagin vóru 38 koronatilburðir staðfestir, ið er met higartil. Tølini fyri hósdagin og fríggjadagin eru ávikavist 16 og fyribils 8. Seinastu kanningarnar frá fríggjadegnum og kanningarnar frá í gjár verða í løtuni greinaðar, og úrslitini verða almannakunngjørd, so skjótt tey eru tøk.

Í alt hava nú 303 persónar fingið staðfest smittuna. Í gjár vórðu 22 teirra staðfest frísk. Talan er um teir útlendsku sjómenninir, sum fingu staðfest smittuna fyri ólavsøku.

Tað merkir, at í løtuni eru í alt 88 borgarar smittaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo