Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nærum 58.000 nýggir tilburðir av koronasmittu vórðu funnir í USA í gjár. Tað er meira enn nakrantíð, og tað er triði dagurin á rað at talið setur met.

Fyri bert tveimum vikum síðani var talið á nýggjum smittaðum umleið 22.000 um dagin.

Tøl frá Johns Hopkins University vísa, at minst 2,8 milliónir fólk nú eru blivin smittað í USA og nærum 130.000 eru deyð við smittuni.

Tað eru serliga statirnir suðurvestanfyri sum eru hart raktir, vísa tølini.

Í dag hátíðarhalda amerikanarar frælsisdagin - Independence Day - og tað fær myndugleikar og onnur at stúra, tí tá er vanligt at nógv fólk kemur saman.

Ovasti ráðgevi í heilsumálum hjá Donaldi Trump forseta, Anthony Fauci, hevur sagt, at støðan kann gerast nógv verri, og at talið á nýggjum smittaðum skjótt kann koma upp á 100.000 hvønn dag, um myndugleikarnir ikki seta fleiri tiltøk í verk fyri at steðga smittuketunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo