Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Minst átta persónar eru staðfest smittaðir av koronu eftir tiltak hjá Visjon Norge í Drammen.

Tað skrivar lokalavísin Drammens Tidende.

TV-pastor og leiðarin í Visjon Norge, Jan Hanvold, váttar tilburðirnar fyri avísini.

- Tann fyrsti persónurin sum var smittaður var hjá okkum uttan at vita at viðkomandi var smittaður. Hetta er álvarsamt. Vit hava sagt til øll starvsfólkini at tey skulu koppseta seg, og hava fylgt øllum viðmælunum.

Í mars 2020 avnoktaði pastorurin at tað fanst nøkur alheimsfarsótt.

«Vit sum ikki trúgva uppá koronavirusið – vit trúgva at vit verða smittað av Heilaga Andanum. Halleluja, amen, takk og lov og prís», segði hann tá.

Við Dagbladet segði hann aftaná at hetta var skemt.

- Eg havi altíð sagt at fólk skulu testa seg og koppseta seg. At miðlarnir hava vinklað tað á ein annan hátt fái eg ikki gjørt nakað við, sigur hann við DT nú.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo