Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Var og keypti í stórum matvøruhandli í dag. Har var nógv fólk inni, ov nógv. Tað tykist, sum at fólk lurta ikki eftir fútanum, sum fleiri ferðir hevur heitt á fólk um, at tá ið tey fara at keypa, so fer bert eitt fólk í húsinum inn í handilin.

 

Upplivdi, at fýra fólk úr sama húsi vóru inni í handlinum. Hetta økir um smittuvandan.

 

Meðan fólk standa í bíðirøð fyri at koma til kassan, minnast tey til at halda frástøðu, tí merki vóru í gólvinum.

 

Men kassadaman gloymdi at steðga á, so at tann, ið hevði goldið vøru sína, fekk stundir at fylla vøruna í sín posa, og fara avstað, áðrenn vøran hjá næsta kundanum varð avgreidd.

 

Týðuliga sást, at tá ið fólk skuldu gjalda og fylla vøru í posar, tá gloymdu tey alt um frástøðu og komu hvørjum øðrum alt ov nær.

 

Hetta var bert ein vælmeint áminning til tey, sum keypa og til tey, sum sita við kassan um at minnast til at syrgja fyri, at frástøðan verður hildin.

 

Kundi

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo