Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

At Smokie hevur eitt serligt forhold til Føroyar, er eingin ivi um. Tað man vera fáur útlendskur bólkur, ið hevur vitjað aftur so ofta, síðan teir spældu fyrstu konsertirnar fyri næstan 30 árum síðan.

Seinast Smokie spældi í Havn var fyri fullsettari høll, tað var í 2011. Síðani hava teir eisini verið á Summarfestivalinum, tá met nógv fólk vitjaðu festivalin eitt hóskvøld.

Nú vitja teir so aftur til stórdans, har eisini  Spaðar 5 við Jóan Magnusi Magnussen og Magna Christansen fara at spæla.

Fyrireikarinir hava sett 300 atgongumerki í forsølu fyri bert 295 kr. Við dyrnar kosta atgongumerkini 395 kr. Atgongumerkini fáast á Ebillett.fo og í kunnigarstovuni í havn.
 
Smokie fara á pall kl. 23.30 og stórdansurin endar kl. 3.45.

Eisini skipar Hotel Føroyar fyri Smokietiltakið, har man kann keypa buffet, yvirnátting og atgongumerki á heimasíðuni www.hotelforoyar.fo. Smokie koma sjálvandi at heilsa uppá gestirnar

Tað er Í.A. -  ítrróttarfelagið á Argjum, sum skipar fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo