Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eitt deiligt summar er farið at halla og nú stundar til skúlabyrjan. Fyri tey, ið skulu í skúla á fyrsta sinni, er skúlabyrjanin nakað heilt serstakt.

Tað er so spennandi at velja sína fyrstu skúlatasku, pennahús, viskileður, blýantar og alt annað, sum skal til, tá tú fer í skúla. At velja neyðugu útgerðina til skúlabyrjanina, er næstan tað stuttligasta, og tí hava vit útgjørt okkum væl í SMS, so øll kunnu fáa eina góða skúlabyrjan.

Leygardagin 13. august brynja vit okkum til nýggja skúlaárið á Torginum í SMS. Tá fáa børnini eina ókeypis tasku, mateskju og drekkidunk, og vit geva hugskot til tann góða matpakkan. Eisini fer Oddvør Skarðhamar at borreiða við ókeypis smakkiroyndum. Umframt tað fara Vivian Sjóklett og Janus Húsagarð at undirhalda.

Komið við í ævintýraheimin
Barnið fer undir ein nýggjan týðandi kapittul í lívinum, tá tað byrjar í skúla. “At ferðast er at liva”, segði H.C. Andersen og skúlagongdin er eisini ein ferð.

Á skúladegnum í SMS verður eitt søgurúm, har greitt verður frá ævintýrum hjá danska rithøvundanum, um at byrja okkurt nýtt, og hvussu barnið megnar at handfara avbjóðingarnar, ið koma fyri. Endamálið við frásøgnini er at stuðla upp undir sjálvsálitið hjá barninum.

Vivian Sjóklett fer at siga frá, meðan spælimaðurin Janus Húsagarð spælir mandolin undir, og eisini sleppa børnini at verða viðspælarar, um tey hava hug til tað.

Kom við barninum í SMS og finn smarta skúlaútgerð og fá íblástur til skúlabyrjanina.

Vælkomið nýggja skúlaár!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo