Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eftir tvey roknskaparár við vinningi kom felagið Snarfrost í Miðvági í fjør við fyrsta roknskapinum sum gav hall. Ársúrslitið var hall uppá 700 tkr, sum skal samanberast við vinning uppá 2,5 mió kr árið frammanundan. Tað hendir eftir at bruttovinningurin minkaði úr góðum 5 niður í góðar 3 mió kr, sum í hvørgum føri var nóg nógv til at gjalda lønir.

Tað hoyrir við til søguna, at P/F Kinnfelli, sum eigur trolaran Katrin Jóhonnu, hevur stóra ávirkan á roknskapin hjá Snarfrost. Í fjør hevði úrslitið hjá Snarfrost verið hall uppá 4,5 mió kr um ikki Kinnfelli, sum Snarfrost eigur 50% av, hevði sæst aftur í tølunum. Og í 2020 hevði vinningurin uppá 2,5 mió kr verið hall uppá 4,7 mió kr, um ikki Kinnfelli spýtti í.

Fíggjarstøðan hjá Snarfrost javnvigar við smáum 57 mió kr, eginognin er 5 mió kr.

Kinnfelli hevði úrslit uppá 7,7 mió kr í fjør, sum skal samanberast við 14,5 mió kr árið fyri.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at hon hóast alt er nøgd við úrslitið.

- Sjálvt um tað sostatt næstan var helvtarmunur á rakstrarúrslitinum í 2021 samanborið við 2020, sást hetta verri enn so aftur í sama mun á tilfeingisgjøldunum. P/F Kinnfelli rindaði landskassanum 11,2 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi í 2021 ímóti 14,1 millión krónum í 2020.

Um framtíðina verður sagt, at felagið hevur gjørt stórar íløgur í keyp av kvotum fyri at framtíðartryggja grundarlagið.

- Tað er tó framvegis galdandi, at tillutaðu kvoturnar eru væl minni enn tær, sum upprunaliga fýra ára rakstrarætlanin var grundað á, tá søkt varð um menningarkvotu á vári í 2018. Tí er ein framhaldandi nøktandi rakstur treytaður av, at egnar kvotur ikki minka og av møguleikanum fyri kvotakeypum og samstørvum. Nógvar óvissur eru tó yvirhøvur í uppsjóvarvinnuni, og heimsstøðan í dag leggur afturat hesum óvissunum. Hesar kunnu ávirka gongdina skeiva vegin, eitt nú við tvørligari marknaðaratgongd og fallandi fiskaprísum, og tann ógvusliga hækkandi oljuprísurin er eisini ein stór avbjóðing.

Fíggjarstøðan hjá Kinnfelli javnvigar við 147 mió kr, eginognin er 34 mió kr.

Tummas K. Henriksen er stjóri í báðum feløgum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo