40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur sent kunngerð til hoyringar, so sniðbroyttir bilar eisini kunnu skrásetast sum ellisakfør.

Sí kunngerðina her

Í oktober mánað í fjør var grein í IN.FO, í sambandi við at Sofus í Horni Hansen, Halleluja-Sofus, hevði víst á trupulleikan, at hann ikki fekk sínar umbygdu bilar skrásettar, tí Akstovan vil ikki góðkenna teir sum ellisakfør.

Tá segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina av Akstovuni, at hann ikki visti um trupulleikan, men at tað ljóðar órímuligt.

- Eg havi sæð bilarnar hjá Sofusi, sum eg meti sum rein listarverk. Um bilarnir rigga sum teir skulu og kunnu ganga gjøgnum sýn, so eiga teir sjálvandi eisini at kunna skrásetast sum ellisakfør, segði Jørgen Niclasen tá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo