Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Tórshavnar kommunu eru tey í ferð við at seta eina skipan í verk, sum skal gera samskiftið millum dagstovnar og foreldur trygt og ómakaleyst. Skipanin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi. 

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu. Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi.

Á síðuni um ForeldraGluggan kanst tú lesa um, hvat tú kanst brúka appina til, og hví vit hava valt at taka tænastuna í nýtslu. Er dagstovnurin hjá tínum barni partur av royndarkoyringini, kanst tú eisini lesa um, hvussu tú stovnar teg sum brúkara og tekur appina niður.

TEMA ForeldraGluggin

Tøkniligar dagføringar verða gjørdar á netinum hjá kommununi í dag, hósdagin 16. september, og tær hava við sær, at atgongdin til fleiri tænastur er óstøðug. Millum annað hevur heimasíðan í stuttum tíðarbilum ikki verið tøk síðan kl. 12, tá arbeiðið byrjaði.  

Ivast tú í, um ein talgild tænasta hjá Tórshavnar kommunu er í ólagi, kanst tú altið kanna tað á síðu okkara um borgaravendar tænastur í drift: 

Støðan á borgaravendum KT-skipanum í drift

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo