Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hevði tað verið líka lætt at manna nevndir í ítróttafeløgum og øðrum sjálvbodnum felagsskapum, sum tað tykist vera at manna nevndir og umboðsráð í bankum og tryggingarfeløgum, so stóð helst Betri til her á landi.

Seinastu tíðina hava fólk kropp av kroppi, vent sær til guð og hvønn mann, um at fáa teirra atkvøðu til umboðstingið hjá einum banka - tey eru heilt vist góð fólk øll somul, kenni nógv persónliga og havi ikki eitt øðvugt orð at bera teimum.

Haldi eisini at tað er gott til eitt vist, at tað er demokrati í tílíkum stovnum. Kappingarneytin hevur als einki demokrati, har er tað kapitalurin, ið ræður.

Um eg hevði eina atkvøðu til hetta val, so hevði eg spurt valevnini um tey gera sjálvboðið arbeiði í ítróttafelag ella aðrastaðni - ella kanska um tey høvdu verið líka gramm, um sessurin ikki gav so góða løn.

Umframt tað so telur hesin sessurin helst tíanverri meira í teirra cv, enn at vera sjálvboðin hjá Reyða krossi á Ólavsøku…

P.s. Eg veit at fleiri, ið bjóða seg fram, eisini gera sjálvboði arbeiði - Um eg fekk valt, so hevði ein av teimum fingið mína atkvøðu!

Brandur í Dali

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo