Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

TIME OUT er bólkur til børn og ung í aldrinum 12-18 ár, sum hava foreldur, systkin ella onkran annan góðan, ið hevur sálarsjúku. Tað kunnu vera avbjóðingar við at vera barn ella ungur í einum heimi, har ein familjulimur hevur sálarsjúku.

- Í TIME OUT arbeiða vit tí við at finna røttu javnvágina at liva egið lív og samstundis vera ein partur av familjuni, sigur Sinnisbati í tíðindaskrivi.

Bólkurin verður skipaður av námsfrøðinginum Dagmar Clothier og Róu Midjord, sum er viðgerði. Bólkurin og bólkaleiðararnir hittast eina ferð um vikuna í átta vikur. Pláss er fyri 10 luttakarum.

TIME OUT er eitt frírúm til tey ungu – eitt stað, har tey kunnu siga TIME OUT. Dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og hugnaligt umhvørvi, so luttakararnir kenna seg væl. Í Bólkinum møta tey ungu øðrum í líknandi støðu, og kunnu tey tosa um tær royndir og hugsarnir, tey hava. Róa og Dagmar taka evni upp, sum tey ungu stríðast við, og sum tey í felag viðgera.

Sinnisbati hevur havt TIME OUT síðan 2016, og vit hava fingið góðar afturmeldingar frá luttakarunum. Eitt, sum gongur aftur, er, at tey ungu ikki longur kenna seg einsamøll, tí tey kenna seg aftur í støðuni hjá hinum luttakarunum. Eisini hava fleiri nevnt, at sambandið millum tey og heimið er betrað, og tey hava lært at góðtaka truplu støðurnar, sum til tíðir kunnu vera heima.

Ynskir tú meira kunning um TIME OUT, kanst tú venda tær til Sinnisbata á sinnisbati(at)sinnisbati.fo boðar Sinnisbati frá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo