Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Klaksvíkar sjónleikarafelag: Um tú ert ein av teimum, ið reikar runt um kvøldarnar í Klaksvíkar bý, so hevur tú møguliga undrast á, hví ljós er í gomlu læknahúsunum.

Hesi ikonisku gulu húsini vóru bygd í 1928, og vóru tá nýtt til bústað og læknahús, men hava jú staðið tóm líka síðan einaferð í hálvfemsinum.

Í hesum døgum tæna húsini einum øðrum endamáli.

Gomlu gulu læknahúsini roynast nú sum leiktjald hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, sum jú eftirhondini er kent fyri at gera innrás í tómar bygningar kring býin.

Fyrr í ár var tað loftið á Spinnarínum, ið aftur varð lívgað upp av sjónleikarum, pallsniðgevum, teknikkarum og ikki minst av stóru mannafjøldini, sum við víðskygni og forvitnisligum eygum, fylgdu við inn í ævintýrakenda heimin hjá Kraddaranum, Fívilinum og øllum hinum gandakendu verunum.

At skapa lív í bygningar, har alt leingi hevur ligið deytt, er vorðið ein fortreyt hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, um felagnum sjálvum skal vera lív lagað.

Kreativa virvarið, sum allatíðina livir í einum sjónleikarafelag, noyðist at hava eitt stað, har virvarið kann mýkjast til eitt ella annað skap.

Gomlu gulu læknahúsini bleiv hettar staðið. Læknahúsið verður tí seinni í mánaðinum staðið, har víðskygni og forvitni áskoðarin fer at hava møguleika at vitja “Ræðsluhúsið”.

Eitt hús har djúpasta ræðsla tín, ringasta marra tín og væl goymdi ótti tín gerast til veruliga veruleika tín!  

Ræðsluhúsið letur dyrnar upp 21. oktober og stongir aftur 03. november.

Sum nakað heilt serstakt fer Klaksvíkar sjónleikarafelag at gera eykað nógv burtur úr “Halloween kvøldinum”, ið er 26. oktober.

Tá fer felagið saman við Jacqson, Silvurdrongur, Joe and the shitboys og The happening at kalla saman kreativar grýlir kring landið. Sjálvsagt eru góðir vinningar uppá spæl hettar kvøldið frá m.ø. Summarfestivalinum, Voxbotn og G!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo