Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skúlafótbóltur: Í dag eru tað 6. flokkar úr øllum landinum, sum leita til Vágs til Skúlafótbólt, sum FC Suðuroy skipar fyri, har Bank Nordik er høvuðsstuðul. 

Í farnu viku vóru tað um 400 børn úr 5. flokkunum til Skúlafótbólt og í dag verða tað á leið líka nógv, tí eini 375 børn fara at kappast í dag. Tilsamans verða 77 dystir og fyrstu dystirnar byrja nú kl. 10.30, áðrenn stóra ferðaliðið kemur frá Smyrli.

Kappingin í dag heldur áfram til umleið kl. 16.15 og áðrenn børnini fara til hús aftur, er sum vant møguleiki at fara og svimja í Páls Høll.

Fylgjast kann við á www.skulafotboltur.fo ella á facebook vanganum Skúlafótbóltur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo