Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á veg úr Íslandi til verksmiðjuna at málast við føroysku litunum, lendi fyrsta WOW-flogfarið av trimum á flogvøllinum nú fyrrapartin.

Av teimum tilsamans 23 flogførunum í flotanum hjá WOW, sum fór á heysin í farnu viku, hevur Atlantic bílagt sær hesi so gott sum nýggju flogførini av slagnum A320.

Klokkan 16 í dag verður tíðindafundur á Flogvøllinum, har stjórin, Jóhanna á Bergi, fer at greiða neyvari frá stóru íløguni og ætlanini við flogførunum.

Sum VP skilur, so er ikki ætlanin at Atlantic Airways skal broyta navn til WOW Atlantic.

Her er skrá fyri tíðindafundin - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo