Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í kjalarvørrinum á gøluni um datagreiningarfyritøkuna Cambridge Analytica, sum við at brúka dátur frá facebook skal hava sett síni fingramerkið á bæði amerikanska forsetavalið og fólkaatkvøðuna um Brexit, er ljóskastarin av álvara settur á væl umtókta sosiala miðilin.

Men hvat veit facebook um teg?

Kann facebook til dømis geva eitt boð uppá, hvussu tú atkvøður til eitt val? Um tú hellir til høgru ella vinstru?

Einfalda svarið er ja. Í øllum førum um fortreytirnar eru til staðar, eitt nú um tú ert staddur á røttum staði og ikki aktivt hevur blokerað fyri júst hesum slagnum av upplýsingum.

Hvat facebook veit um júst teg kanst tú finna útav undir teiginum ad preferences.

Her sært tú tað vit kunnu kalla tína "handilsligu vangamynd", sum er tað sum facebook brúkar til at velja út hvørjar lýsingar tú skal hava at síggja, grundað á tín atburð á facebook og tað tú annars hevur sagt um teg sjálva/n.

Trýst eitt nú á yvirskriftina "your information" ella "tínir upplýsingar". Her sæst til dømis, um tú býrt í eini familju ella einsamall/ur, um tannáringar eru í húskinum, hvat slag av fartelefon tú brúkar, um tú ferðast ofta, hvussu skjótt títt internetsamband er og nógv annað.

Tú kanst velja upplýsingar frá. Men so broytist títt upplivilsi á facebook samsvarandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo