Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Kringvarpið er nú vorðið so rúsað av skattamálinum hjá Eik, at stovnurin tykist ikki at hava eingang gonguvit.

Stovnurin er nú so í ørviti av skattamálinum, at hann megnar heilt einfalt ikki at framleiða eitt sakligt innslag um hetta umstrídda mál.

Í gjárkvøldið manipuleraði Kringvarpið aftur.

Í tíðindainnslagnum varð sagt, at grannskoðaravirkið Spekt noyddist at hótta Taks fyri at fáa stovnin at rætta viðmerkingarnar á heimastíðu síni um skattamálið.

Men trupuleikin er, at henda sokallaða rætting, sum KVF rópar upp um, als ikki stendur á heimastíðuni hjá Taks.

Har stendur bert ein nágreining til frágreiðingina.

Sí nágreining her

Í hesi nágreining sigur Taks bert, hvat Spekt í dag sigur um hetta mál, men annars sæst einki til, at Taks tekur nakað aftur av tí, sum stovnurin hevur sagt um hetta mál.

Orð sum umbering ella rætting verða ikki brúkt í tí nágreiningini, sum Taks legði út á heimasíðu síni herfyri.

Men hesa ”rætting” megnar KVF (Marjun Dalsgaard) at fáa almikið hóvastákan burturúr.

Kringvarpið hevur frá fyrsta degi havt partsstøðu í hesum máli, og innslagið í gjárkvøldið var aftur eitt partsinnslag frá okkara almenna og ”óhefta” KVF.  

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo