Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Komandi tíðina fer Margarinfabrikkin at varpa ljós á børn við ymiskum uppruna. Børnini hava saman við starvsfólkunum teknað fløggini, sum tey onkursvegna og á ymiskan hátt hava tilknýti til.

Børnini hava tilknýti til alskyns lond.

Summi eru ættleidd til Føroya, summi eru komin higar við teirra foreldrum og summi hava eitt føroyskt foreldur og eitt foreldur, sum er úr einum øðrum landi.

Nú ein dagin taldu starvsfólkini 21 børn, sum á ein og annan hátt hava sín uppruna aðrastaðni.

Annað hvønn fríggjadag fer millummálin at hava íblástur úr onkrum ávísum landi.

Í Margarinfabrikkini fara tey at spæla tónleik og hvør veit, kanska dansa og syngja.

Í kvøld leita tey suðureftir, tí í kvøld eru øll grikkar.

Fleiri hava í hesi fyrireikingartíðini funnið útav, at tey koma úr sama landið, og tað hevur verið stuttligt at uppliva.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo