Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja barnabíbliu út við heitinum „Søgubíblian um Jesus“. Søgubíblian sigur Søguna, sum liggur undir øllum søgunum í Bíbliuni. Øll Bíblian má til fyri at siga hesa Søguna. Og í miðdeplinum í hesi søguni er eitt barn, Barnið, sum alt hvílir á. Frá Nóa til Móses til Dávid kong, teska allar søgurnar hansara navn. Jesus er sum burturblivna pettið í putlispælinum – pettið, sum fær øll hini at passa saman.

Søgubíblian um Jesus er ein avbera góð barnabíblia, sum tekur teg gjøgnum nógvar týdningarmiklar søgur úr Bíbliuni, og vísir á, hvussu øll Bíblian peikar á Jesus. Hettar er alt væl gjørt við litríkum og góðum tekningum, og einum barnavinarligum og til tíðir skemtiligum oðravali. Tað er fleiri ferðir, at bókin lýsir eitt annarleiðis sjónarhorn enn man er vanur við, ella lýsir bíbilsøgurnar við orðum, sum ein kanska ikki hevði væntað. Tað ger hesa barnabíbliuna nýhugsandi og áhugaverda.“

Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgevi í Heimamissiónini

„Henda barnabíblian hugtók meg og fangaði meg, tá eg las hana. Á einum gerandismáli, sum børn og vaksin skilja, er søguliga gongdin í Gamla Testamenti samanhangandi og greiðir frá týðandi myndum, sum peika á Jesu komu í Nýggja Testamenti. Guds kærleiksfulla bjargingarætlan við menniskjanum er sum ein reyður tráður allan vegin ígjøgnum.

Eitt framúrskarandi amboð, sum tørvur er á til sjálvlestur hjá børnum og foreldrum, ommum og abbum, stovnum, skúlum og øðrum.“

– Jastrid Høj, lærari og varaleiðari í Frískúlanum Kelduni

„Tekningarnar eru litríkar og vekja áhuga fyri søguni. Bókin hevur eitt lætt mál, sum letur bíbliusøgurnar í gerandisumstøður, sum barnið kennir. Samstundis knýtir hon allar hesar smáu søgurnar saman við ta stóru søguna: Søguna um, hvussu Gud elskar síni børn og kemur at bjarga teimum.“

– Synnøve av Rana, praktiskur leiðari í Lívdini

Arni Zachariassen týddi bókina til føroyskt. Bókin er 352 bls. og innbundin. Hon fæst til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo og í bókahandlunum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo