Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Søguliga brúgvin "De Hef" í Rotterdam í Niðurlondum hevur staðið í yvir 100 ár og gjørt tað gjørligt hjá fólki og ferðslu at koma tvørtur um Maas ánna sum rennur ígjøgnum býin.

Tað er bara tað, at nú hevur Jeff Bezos, sum á sinni stovnaði Amazon.com og einaferð var heimsins ríkasti maður (nú er hann bara nummar trý á listanum), hevur latið byggja sær eina 127 metra langa og yvir 40 metrar høga marglætissnekkju fyri 3,2 milliardir krónur, og tá skipið skal siglast frá skipasmiðjuni, har tað er bygt, og til sjós, so noyðist tað at sigla undir brúnni, sum ikki ber til.

Jeff Bezoz rindar fyri at taka brúnna niður, og eisini fyri at seta hana uppaftur, men kortini hava mótmæli ljóðað, tí brúgvin hevur stóran týdning fyri nógv í býnum. Og tá hon í 2017 var sett í stand lovaði býráðið, at hon ongantíð aftur skuldi takast niður. Men tað er nú broytt.

Borgarstjórin hevur víst á, hvussu gott tað er fyri búskapin, at báturin hjá Jeff Bezoz er bygdur júst har, og hvussu nógv arbeiðspláss, tað hevur skapt.

Tað fer at taka nakrar vikur í summar at taka brúnna niður, fáa bátin út og so seta hana upp aftur.

Brúgvin varð bumbað undir krígnum av nazistunum, men hevur annars staðið øll árini síðani hon bleiv bygd í 1878.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo