Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tey fyrstu, sum hava lokið stig 1 og 2 í Knapamerkinum her heima í Føroyum: Aftast frá vinstru: Bertha Maria Davidsdóttir Nordendal, Kristianna Jespersen, Jógvan Elias Joensen, Jacklin Durhuus, Eyðna Simonsen, Margret Rasmussen, Súsanna Trónd. Fremst frá vinstru: Elma Anfinnsdóttir Laksáfoss, Sonja Skylv Petersen, Kristianna Áarberg Joensen, Dagny Maria Bjargardóttir Joensen, Ása Maria Vágsheyg. Á myndini vanta: Beinta Niclasen, Beinta Poulsdóttir Debes, Eyðrið E. Hansen, Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð, Óluva á Lofti, Rebekka Jansdóttir Simonsen, Tóra Mørkøre og Valborg Hallursdóttir Laksáfoss

Fyri fyrstu ferð hava reiðfólk fingið prógv í Føroyum innan ríðing frá universitetinum á Hólum í Íslandi.

Síðsta heyst skipaði Føroyskt Íslandsrossafelag á fyrsta sinni fyri undirvísing í tí, sum eitur Knapamerki.

Tað er ein útbúgving í fimm stigum, sum støðugt verður ment á universitetinum á Hólum í Íslandi. Í Føroyum er tað Jóna Adelaide Ólavsdóttir, sum sjálv hevur útbúgving í ríðing og ríðifrálæru frá Hólum, ið hevur staðið fyri undirvísingini.

Knapamerki 1 og 2
Byrjað varð í fjør heyst við undirvísing í Knapamerki 1 og 2 samstundis. Hetta eru tey lættastu stigini, har tú lærir tað heilt grundleggjandi um ross og ríðing. Fyri at fara víðari til 3, 4 og 5, skalt tú hava lokið nr. 1 og 2, so tað var stuttligt at uppliva, at so nógv fólk meldaðu seg til undirvísingina.

Bæði púra óroynd reiðfólk og eisini nógv, sum hava riðið í áravís.

Luttakararnir vóru úr 12 ára aldri og upp í 50-60 ára aldur, so undirvísingin má sigast at vera viðkomandi fyri øll við áhuga fyri rossum og ríðing.

Teori og praksis
Undirvísingin er skipað soleiðis, at undirvíst verður í teori nakrar tímar og á rossabaki nakrar tímar, har reiðfólkið m.a. lærir at handfara, saðla og boksla rossið. Eisini verður undirvíst í gonguløgunum fet og trav – hvussu tú situr á, javnvág, reiðleið, ferð o.s.fr. Hvørt skeið endar so við eini teoriroynd og eini praktiskari roynd, har karakterir verða givnir frá 0-10.

Knapi merkir reiðfólk á íslendskum og til ber at lesa meira um útbúgvingina á knapamerki.is

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo