Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í eini desperatari álopsgrein móti núverandi býráðssamgongu, sum bara hevur sitið eitt gott ár, hevur fv. diplomatur Gunvør Balle eina fjákuta jeremiadu á Vágaportalinum um, at eitt býarsavn ikki enn er etablerað til at hýsa ymiskum lokalsøguligum tilfari, sum bæði Balle og restin av fráfarnu býráðssamgongu vistu alt um, meðan tey sótu við ræði, men ikki gjørdu eitt einasta petti við.

Hvis Balle er SO eym um søgutilfarið, hví handlaði hon so ikki, meðan hon ráddi og sat við tí heimleysa tilfarinum, sum bara lá og fleyt.

Hví fekk hon ikki skipað eitt glæsiligt býarsavn í SÍNARI egnu meiriluta-samgongutíð?

Hoyrdist eitt kis, pipp ella kvekk frá Balle tá?

Arbeiddi Balle miðvíst fyri at finna hóskandi høli ella bjóða út eitt býarsavn í byggi-licitatión?

Misti Balle svøvnin av, at tilfarið ongan góðan hevði?

Nei, Balle var stórt sæð passiv, og hvørki knýtti ella klemmaði bøllarnar fast og miðvíst saman fyri at gagna nøkrum savni.

Balle nærmast svav saman við hinum snorkiliðinum hjá Onniku Olsen.

Nú er hon knappliga vaknað og alfús til at arbeiða fyri eini betri fortíð.

Tað er gleðiligt, og kenna vit ta konstruktivu samgonguna hjá Heðini Mortensen rætt, er eingin ivi um, at tað kann finnast ein sera akutt og konstruktiv loysn fyri  savnið innanveggja í býráðnum, hvis man VIL LOYSA málið.

Tað skal jú loysast í býráðnum og ikki á Vágaportalinum, frúgvin Balle.

Men greinin loysir og byggir slett einki savn.

Hon er bara ein beisk og desperat eftirrationalisering hjá Balle-frúnni, sum væl veit, at hon svav í tøkum tíma, har hennara egna samgonga átti at havt handlað. 

At vera skilagóð við afturvirkandi megi, er bæði patetiskt, komiskt og ússaligt, serliga fyri ein "diplomat"!

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo