Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Partamaður mín í Tórshavnar býráð, Tróndur Sigurðsson, gjørdi í gjár vart við, at tað gongur ikki um tvøran fót við nýggja graslíkinum og sprinklaraanlegginum á Ovara vølli í Gundadali. Einasta arbeiðinum higartil hava sjálvboðin frá B36 og HB syrgt fyri, og tí verður vøllurin neyvan til taks hjá feløgunum fyrr enn kanska einaferð í september.

Í staðin fyri at greiða frá, hví tað ongan veg gongur, er borgarstjórin farin í sjálvsving á Facebook við viðmerkingum í eystur og vestur, ið bert útstilla vantandi vitan og vilja til at fyrihalda seg til veruleikan. Fyri ikki um at tala vantandi tign, tí viðmerkingarnar eru næstan í “trumpskum” stíli…

Sami veitari
Millum annað leggur hon undanfarna býráð undir at hava lagt “ein discountvøll á ovara vøll uttan sprinklaraanlegg við tí úrsliti, at fólk máttu ganga við vatnslangu og spoyta vatn á vøllin”. Tað er annars sami veitari nú og fyri fimm árum síðani, tá ið vit eisini fingu ein altjóða góðkendan og annars útmerkaðan graslíkisvøll, so lítið man vera at ivast í, at útspillingin av vøllinum síðstu fimm árini er alt annað enn søtur musikkur hjá hesum góða og holla samstarvsfelaga hjá Tórshavnar kommunu!

Alt hetta um “discountvøll” og “vatnslangur” avdúkar ikki annað, enn at borgarstjórin hevur ikki peiling av, hvat hon skrivar um, tí fyri tað fyrsta var vøllurin frá 2015 ikki nakar vána vøllur, og tað er slett ikki vanligt, at vøllir her hava sprinklaraanlegg, tí undan hesum er tað bara tann á Tórsvølli, sum hevur tað.

Hetta við altjóða góðkenning er annars einki nýtt, tí longu í 2008 fingu vit Ovara vøll í Gundadali góðkendan til altjóða dystir, og umframt havnarfeløgini hava feløg sum KÍ og NSÍ notið gott av tí í teimum ymsu europeisku kappingunum. Góðkenningin er síðani endurnýggjað fleiri ferðir, so hetta er einki nýtt yvirhøvur!

Søguliga ússaligt
Annars má tað vera lítið hugaligt hjá teimum fólkafloksumboðum, sum hava sitið í Tórshavnar býráð og myndað meirilutan, at fáa allar hesar lortaspannirnar oman yvir seg frá núverandi borgarstjóra, tí at talan nú skal vera um søguliga stóra íløgu í Gundadali, er tað reina tvætl – og um tað ikki var tað, so peikar borgarstjórin líka nógv eftir sínum egnu, m.a. Boga Andreasen og Sjúrði Olsen, sum vóru partur av undanfarnu býráðssamgongu.

Havi nevnt tað fyrr, men kann hóskandi endurtaka tað: Meira gangurin er á Vaglinum, minni sæst til nøkur úrslit. Tvørturímóti verður roynt at rópa sum harðast, bert fyri at fjala út yvir egna armóð hjá einum býráðsmeiriluta, sum í bestu tíðum hevur fingið søguliga lítið burturúr!

Heðin Mortensen
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo