Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Í sambandi við, at vakra barnabókin, Langa Lina langomma, kom út um mánaðarskiftið november-desember 2021, verður skipað fyri hugnaligari søguløtu við rithøvundinum Aðalbjørg J. Linklett!

Søguløtan verður í Klaksvíkar bókasavni leygardagin 5. februar kl. 12.

Annika Egholm, býarbókavørður í Klaksvíkar bókasavni, fer at hava eina stutta samrøðu við Aðalbjørg um bókina, og síðani fer Aðalbjørg at lesa úr bókini fyri børnum, sum eru umleið 3-7 ár. Rakul Ró Steintórsdóttir kemur eisini at syngja nøkur løg.

Um bókina
Langomma hevur ikki altíð verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og eitt barn – líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum. Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo