Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir leiðandi húsavørði  til Sørvágs kommunu at byrja 15. desember 2020, ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur:
Umsjón og røkt av øllum bygningum í kommununi. Umframt hetta skal hann saman við hinum húsavørðunum hava eftirlit við hita-, el og luftskipanum.

Sørvágs kommuna roynir alternativar orkumøguleikar, tá talan er um upphiting. T.d. hevur skúlin sjóhitaskipan. At hava áhuga og innlit í nýggjar orkumøguleikar er ein fyrimunur.

Nýggi húsavørðurin er leiðari fyri húsavørðunum og reingerðisfólkunum.

Hann vísir til umsjónarleiðaran.

Førleikar:
Tann, ið settur verður, eigur at hava handverkaraútbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.

Eginleikar:
Arbeiðið inniber nógv dagligt samskifti við børn í barnagarði, næmingar í skúlanum og ymiskar starvsbólkar. Tí er týdningarmikið, at tann í sett/ur verður er fyrikomandi og dugir væl við fólki.

Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv.

Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.

Umsókn við prógvum, viðmælum og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast til:

Sørvágs kommunu
Varðagøta 8
380 Sørvágur
sorvag@sorvag.fo

Umsóknin skal merkjast “Leiðandi Húsavørður”

Eru spurningar, fæst meira at vita við at ringja á tlf. 363200 ella 233205.

Sørvágs kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjarnar ella ongan at seta.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknirnar skulu verða Sørvágs kommunu í hendi í seinasta lagi 04. desember 2020 kl. 12:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo