Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Uppgerðin av smásølu fyri 3. ársfjórðing 2021 vísir m.a., at sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð er lækkað 6%, meðan sølan av klædnavørum og fótbúnaði hækkað 11% frá 3. ársfjórðingi í fjør til 3. ársfjórðing í ár.

Umsetningurin í virði og umsetningurin umroknaður til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri triðja ársfjórðing. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Umsetningurin fyri mat og drykkivørur er óbroyttur frá 2. ársfjórðingi til 3. ársfjórðing 2021. Frá 3. ársfjórðingi 2020 til 3. ársfjórðing 2021 er tó ein lækkan á 2% í umsetninginum. Prísir á mati og drykkivørum eru í miðal ikki broyttir frá 2. ársfjórðingi til 3. ársfjórðing í ár.

Umsetningurin fyri klæðir og fótbúnað er hækkaður eitt vet við 1% og prísirnir eru hækkaðir 2% frá 2. ársfjórðingi til 3. ársfjórðing 2021. Tó er umsetningurin frá 3. ársfjórðingi 2020 til 3. ársfjórðing 2021 hækkaður 11% fyri klæðir og fótbúnað. Árið undan hesum tíðarskeiði, t.v.s. frá 3. ársfjórðingi 2019 til 3. ársfjórðing 2020, hækkaði umsetingurin fyri hendan vørubólkin 10%. Í somu tíðarskeiðum frá 2014 til 2019 var í miðal ongin vøkstur í hesum vørubólkinum.

Fyri vørubólkin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetninguin 3. ársfjórðing í ár 6% lægri enn 3. ársfjórðing 2020. Príshækkingin hetta tíðarskeiði hevur verið 2%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo